Tænastur

Ein nýmótans talgild framsýning og skráseting

Viðkomandi hjá tær, sum ynskir at sýna fram á ein nýmótans hátt.

Ólavskirkjan í Kirkjubø
01

Tykisferðir

Lat vitjandi koma innar, uttan mun til hvar tey eru stødd. Interaktivar tykisferðir geva frælsi at ganga runt í bygninginum, hyggja nærri at smálutum og uppliva økið — á telefon, teldu ella við 3D-brillum.

Í tykisferðini kunnu eisini vera upplýsandi tekstur, ljóðbrot og videobrot.

Royn: Ólavskirkjan í Kirkjubø →
3D-modell av Glasir
02

3D-skanning og skráseting

Við 3D-skanning ber til at skráseta høli ella øki til egið privat brúk — eins og tað ber til at fáa 3D-modell, tekningar og punktskýggj aftrat 3D-rundferðini.

Hóskar væl til skjalfesting av søguligum virðum, verkætlanum og fyri byggivinnuna.

Time-lapse dømi
03

Time-lapse

Við uppsetan av einum serligum time-lapse myndatóli ber til at dokumentera verkætlanir yvir tíð. Myndir verða tiknar sjálvvirkandi við jøvnum millumbili og settar saman til ein film.

Myndatólið fær streym frá sólpaneli og sendir myndir upp við 5G sambandi — klárt at standa har sum verkætlanin er.

Heimasíður
04

Heimasíður

Dámar tær hesa heimasíðuna? Ella onkrar av hinum niðanfyri? Tær hava allar sergjørt snið og flestu teirra onkrar sergjørdar snildar funkur.

Sí allar undir Avrik →

Bið um eitt ókeypis og óbindandi tilboð

— uppá eina tykisferð ella 3D-skanning av tínum hølum ella øki.

Send boð