3D SKANNING OG TYKISFERÐIR - EIN NÝMÓTANS TALGILD FRAMSÝNING OG SKRÁSETING

Viðkomandi hjá tær, sum ynskir at sýna fram á ein nýmótans hátt

Tykisferðir

Lat vitjandi koma innar hjá tykkum, uttan mun til hvar tey eru stødd. Okkara interaktivu tykisferðir geva teimum vitjandi frælsi at ganga runt í tykkara bygningi ella øki, hyggja nærri at smálutum og at uppliva økið, sum um tey vóru har – á telefon, teldu ella við 3D-brillum. Í tykisferðini kunnu t.d. eisini vera upplýsandi tekstur, ljóðbrot og videobrot.

Royn eina tykisferð her: Ólavskirkjan í Kirkjubø

3D-skanning og skráseting

Við 3D-skanning ber eisini til at skráseta høli ella øki til egið privat brúk, eins og tað ber til at fáa 3D-modell,  tekningar og punktskýggj aftrat 3D-rundferðini.

Time-lapse

Við uppsetan av einum serligum time-lapse myndatólið ber til at dokumentera verkætlanir yvir tíð. Myndir verða tiknar sjálvvirkandi við jøvnum millumbili og síðani settar saman til ein film. Myndatólið fær streym frá sólpaneli og sendir myndir upp við 5G sambandi.

Bið um eitt ókeypis óbindandi tilboð uppá eina tykisferð ella 3D-skanning av tínum hølum ella øki.

Send boð